Letra Eg Gleðist So Hvørt Jólakvøld

Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
tí Jesus føddist tá,
tá lýsti stjørnan sum ein sól,
lag sungu einglar tá.
Og lítla barn í Betlehem,
tað var ein kongur bold?,
sum kom av høgu himnaborg
á hesa neyðar fold.
Nú hann í himmiríki býr,
tí hann Guds Sonur er;
men altíð hoyrir hann hvønn tann,
í bøn til hansar? fer.
Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
vit syngja honum prís,
tá øllum smáum opnar hann
sítt sæla paradís.
Og móðir tendrar tá øll ljós,
tey skína í hvønn krók,
tí út um heimin, sigur hon,
at lýsa stjørnan tók.
Hon sigur, stjørnan lýsir enn
og aldri slókna kann,
og um hon lýsti mær á veg,
tá heim til Guds eg fann.
Hon sigur, at hitt einglaljóð
tað ljóðar enn í dag
um frið og gleði her á jørð
og um Guds hjartalag.
O, gævi eg kundi sungið so,
tá gleddist Jesu lund;
tí eg við varð Guds kæra barn
á halgu skírnarstund.
Eg gleði meg hvørt jólakvøld
um Harran Jesus Krist.
At hann av sonnum elskar meg,
tað veit eg fult og vist.